Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skal í morgin vitjað í Fraklandi og Týsklandi.
Tað upplýsir forsetaskrivstovan í Kyiv, sambært Reuters tíðindastovuni.
Á heimasíðuni hjá forsetaskrivstovuni verður upplýst, at Zelenskyj undir vitjanini skal hava samráðingar við týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz og franska forsetan, Emmanuel Macron.
Leygardagin verður Zelenskyj við á trygdar ráðstevnuni í Münchan í Týsklandi, har hann eitt nú skal hitta amerikanska varaforsetan, Kamala Harris. Talan er um somy ráðstevnu, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, er boðin við til.
Les eisini: Løgmaður á trygdarráðstevnu í München
Sambært fronsku forsetaskrivstovuni, skulu franski og ukrainski skrivað undir eina millumtjóða friðaravtalu. Reuters skrivar, at talan er um avtaluna, sum Nato-londuni komu ásamt við Ukraina um á toppfundi í Vilnius í summar, tá Nato-londini góvu Ukraina nøkur trygdarlyfti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald