Ukrainski forsetin vil hava ein enda á krígnum við Russland, og heldur hann, at Russland og Ukraina skulu samskifta beinleiðis um hetta.
Tað skrivar hann í einum opnum brævi til russiska forsetan, Vladimir Putin.
– Eg skjóti upp, at vit taka ein fund, skrivar hann m.a. og vísir á, at lond sum Sveis, Turkaland og fleiri arabisk lond áður hava bjóðað seg fram at vera vertir fyri slíkum fundi.
– Tað eru leiðarar, sum loysa høvuðsspurningarnar. Soleiðis hevur altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera.
– Eg skjóti upp, at vit finna ein dag til ein slíkan fund, skrivar Zelenskyj í brævinum, sum er almannakunngjørt á heimasíðuni hjá ukrainska forsetanum.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Zelenskyj biður um fund við Putin, og seinast teir báðir hittust andlit til andlits var í 2019.
Russiska forsetaskrivstovan sigur, sambært Ritzau, at Zelenskyj til eina og hvørja tíð hevur møguleika at hitta russiska forsetan í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald