Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vil hava hundraðtúsundatals fólk, sum framvegis eru stødd í krígsøkinum í Donbas í Eysturukraina flutt úr økinum.
Í røðu í gjárkvøldið upplýsti hann, at tað er eitt krav frá ukrainsku stjórnini, at fólk lata seg flyta úr økinum í og kring býin Donetsk, sum formliga sæð er høvuðsbýur í Donetsk-landslutinum.
Har hava verið bardagar millum ukrainska og russiska herin, og tess fleiri fólk fara úr økinum nú, tess færri fer russiski herurin at drepa, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Ukrainski forsetin lovar, at tey, sum lata seg flyta úr økinum, fáa endurgjald.
– Nógv nokta at fara, men tað er framvegis neyðugt at fáa avgreitt. Um tit hava møguleikan, heiti eg á tykkum um at tosa við tey, sum enn eru stødd í krígsøkinum í Donbas, sigur hann.
– Eg heiti á tykkum um at sannføra tey um, at tað er neyðugt at fara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald