Uttanlands

Zelenskyj vil ikki hitta Guterres

ST-aðalskrivarin vitjaði herfyri í Russlandi, har hann hitti Vladimir Putin, og hann hevði ætlað sær til Kyiv eisini, men tann vitjanin verður av ongum

António Guterres, ST-aðalskrivari (Mynd: EPA)

António Guterres, ST-aðalskrivari (Mynd: EPA)

2024-10-26 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur avvíst eina vitjan frá ST-aðalskrivaranum António Guterres, sum ætlaði at vitja í Kyiv, eftir at hann hósdagin luttók á BRIKS-toppfundi í Russlandi, siga ukrainskar keldur.

– Eftir at hava vitjað í Kazan ætlaði Guterres til Ukraina, men forsetin hevur ikki váttað hansara vitjan, so Guterres kemur ikki, verður sagt.

Orsøkin er, at Guterres luttók á toppfundinum í Russlandi. Undan fundinum vóru eisini atfinningar frá ukrainskari síðu. Ukrainska uttanríkismálaráðið segði m.a., at avgerðin hjá Guterres um at luttaka á fundinum var skeiv, og at hon fór at skaða umdømið hjá ST, sum heldur ikki luttók á friðarráðstevnuni, sum Ukraina helt í Sveis í summar.

[object Object]
António Guterres, ST-aðalskrivari og Vladimir Putin, forseti í Russlandi hittust hósdagin í russiska býnum Kazan (Mynd: EPA)

BRIKS-toppfundurin varð í vikuni hildin í russiska býnum Kazan, har Guterres hitti russiska forsetan, Vladimir Putin. Á fundinum gjørdi Guterres greitt, at tørvur er á vápnahvíld og friði í Ukraina, Gazageiranum, Libanon og Sudan.

Hetta var fyrstu ferð, at Guterres hitti Putin í yvir tvey ár, og BRIKS-toppfundurin, har umboð fyri 20 lond luttóku, harímillum kinesiski forsetin Xi Jinping, og indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi. Hetta var størsta diplomatiska tiltakið í Russlandi, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder