Uttanlands

Zelenskyj vil tosa við Xi

Ukrainski forsetin heitir á Kina um at brúka sína politisku og búskaparligu ávirkan til at fáa ein enda á kríggið

Her sæst ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í Kyiv í sambandi við vitjan hjá litavska forsetanum, Gitanas Nauseda  (Mynd: EPA)

Her sæst ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í Kyiv í sambandi við vitjan hjá litavska forsetanum, Gitanas Nauseda (Mynd: EPA)

2022-08-04 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina vil sleppa at tosa beinleiðis við Kina um russisku innrásina í Ukraina, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Hann heitir á Kina um at brúka sína politisku og búskaparligu ávirkan til at fáa ein enda á kríggið.

– Tað er eitt valdmikið land, ein valdmikil búskapur. So Kina kann ávirka Russland politiskt og búskaparliga. Kina er eisini fastur limur í trygdarráðnum hjá ST, sigur hann í samrøðu við Hong Kong-miðilin South China Morning Post, sum Ritzau endurgevur.

Zelenskyj sigur, at hann fegin vil sleppa at tosa beinleiðis við Xi Jinping, forseta í Kina. Hann tosaði við kinesiska starvsbróðir sín fyri einum ári síðani, og hevur Ukraina biðið um at sleppa at tosa við Xi Jinping um kríggið, men tað er enn ikki eydnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder