Ukraina vil fegin tosa við Kina um eina loysn uppá kríggið við Russland.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í dag í sambandi við vitjanina hjá japanska forsætisráðharranum Fumio Kishida, sum vitjaði í Kyiv.
Ukrainska boðið uppá eina loysn inniber m.a., at Russland tekur allar sínar herdeildir úr Ukraina – eisini Krim-hálvoynni. Hetta noktar Russland at gera, men ukrainski forsetin vil fegin umrøða málið við Kina.
Hann sigur, at tey hava bjóðað seg til at samstarva við Kina um hetta, og verður bíðað eftir svari.
– Vit hava fingið onkur tekin, men fyribils einki ítøkiligt, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Kina hevur eisini eina 12-stigsætlan um, hvussu ein endi kann fáast á krígnum. Men tann ætlanin tekur ikki atlit til kravið hjá Ukraina um, at øll russisk herfólk skulu úr landinum.
Les eisini: Xi bjóðar Putin til Kina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald