Uttanlands

Zelenskyj vitjar í Italia

Ukrainski forsetin skal m.a. hitta italska forsetan, forsætisráðharran og pávan

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2023-05-13 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vitjar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í italska høvuðsstaðnum Rom. Hann skal m.a. hitta italska forsetan, Sergio Mattarella, forsætisráðharran Giorgia Meloni, umframt at hann skal vitja Frans páva í Vatikaninum.

Hetta er fyrstu ferð, at Zelenskyj vitjar í Italia, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør.

Reuters skrivar, at Zelenskyj eftir ætlan eisini skal vera gestur í einari italskari prátsending, áðrenn leiðin gongur til Týsklands.

Hóast Italia søguliga hevur havt gott samband við Russland, hevur Italia sent ukrainum bæði vápn og pening, og eisini hevur landið stuðlað revsitiltøkum móti Russlandi, skrivar Ritzau.

Italski forsætisráðharrin var eisini í Kyiv í februar fyri at vísa sín stuðul, og í apríl vitjaði ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal eisini í Rom.

Zelenskyj hitti Frans páva í Vatikaninum í 2020, og síðan kríggið millum Ukraina og Russland byrjaði, hava teir báðir havt fleiri telefonsamrøður. Frans pávi kemur javnan við áheitanum um frið millum londini, og hevur hann eisini bjóðað seg fram sum semingsmann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder