Uttanlands

Zelenskyj vitjar í USA í dag

Hetta er fyrstu ferð, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, at ukrainski forsetin fer á vitjan uttanlands

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vitjar í dag í USA (Savnsmynd)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vitjar í dag í USA (Savnsmynd)

2022-12-21 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vitjar í dag Washington D.C. í USA. Á vitjanini skal hann m.a. hitta Joe Biden forseta og tala fyri Kongressini, boða Hvítu Húsini frá.

Vitjanin varð løgd til rættis í loyndum, og var tað ikki fyrr enn týsdagin, at tað kom fram í miðlunum. Sambært tíðindastovuni AFP fekk Zelenskyj eina formliga innbjóðing fyri einari viku síðani, eftir at hann og Biden høvdu tosað í telefon saman 11. desember.

Hetta er fyrstu ferð, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, at ukrainski forsetin fer av landinum.

Talsfólk hjá Hvítu Húsunum sigur, at endamálið við vitjanini er at "leggja dent á skylduna hjá USA at stuðla Ukraina, so leingi hetta er neyðugt", og Zelenskyj sigur undan vitjanini, at hann og Biden serliga fara at umrøða samstarvið millum Ukraina og USA.

Sambært amerikonskum embætisfólki fer Biden í hesum sambandi at koma við fráboðan um ein nýggjan amerikanskan vápnapakka til Ukraina, sum hevur virði á nærum tvær milliardir dollarar ella uml. 14 milliardir í okkara krónum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder