Uttanlands

Zelenskyj ynskir at hitta Putin á fundi

- Tað er ómøguligt at samráðast um ein enda á krígnum, uttan at forsetarnir í londunum hittast

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-03-22 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ómøguligt at samráðast um ein enda á krígnum uttan at forssetarnir í Ukraina og Russlandi hittast.

Tað staðfestir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í eini samrøðu, har hann leggur afturat, at ein fundur við russiska forsetan, Vladimir Putin, vildi kunnað verið brúktur til at tingast um framtíðina fyri hersettu ukrainsku økini, skriva Ritzau og Reuters.

Zelenskyj endurtekur eisini, at Ukraina í løtuni ikki hevur ætlanir um at knýta seg nærri at Nato.

Zelenskyj hevur í næstan eitt ár roynt at fingið fund í lag við Vladimir Putin. Men russiski forsetin hevur víst hesum aftur og hevur ístaðin kravt, at Zelenskyj, loysir sítt land úr sokallaða “borgarakrígnum” við loysingarhugaðar landslutir við tilknýti til Russland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder