Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur í dag biðið um ein skundfund við Poland og ES fyri at viðgera stongsulin, sum polskir bøndur hava sett í verk á markinum millum Poland og Ukraina.
Stongsulin merkir, at avgerandi veitingar ikki koma fram til Ukraina, skrivar Zelenskyj á sosiala miðlinum, X.
Forsetin ynskir ein fund við umboð fyri ES og við forsetan og forsætisráðharran í Polandi, ávikavist Andrzej Duda og Donald Tusk. Fundurin skal vera innan tvey ára dagin fyri russisku innrásina í Ukraina 24. februar, sigur hann.
Zelenskyj leggur afturat, at Ukraina er sinnað at senda fleiri ráðharrar til markið, og at hann eisini ætlar sær sjálvur at vera við fyri at hitta Duda og Tusk og finna eina loysn á trupulleikanum.
- Markastongsulin forðar okkara hermonnum á hermótinum at fáa vápn, skrivar Zelenskyj, og leggur afturat at hetta snýr seg um landsins trygd.
Hann ynskir eisini, at ES verður umboðað á fundinum, tí at hetta snýr seg um at “varveita evropeisku eindina”.
- Tað er bara Russland, sum fær gagn av stongslinum, sigur hann.
Polsku bøndurnir eru vreiðir yvir tað, tey siga vera bíligur matvøruinnflutningur frá Ukraina.
Tí hava teir í langa tíð forða fyri, at góðs sleppur í gjøgnum fleiri markalið millum tey bæði londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald