Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vónar at fáa eina innbjóðing frá Nato um at gerast partur av verjusamgonguni, tá hon hevur toppfund seinni í hesum mánaðinum.
Toppfundurin verður í litavska høvuðsstaðnum Vilnius 11.-12. juli.
– Vit hava brúk fyri einum greiðum signali á toppfundinum í Vilnius um, at Ukraina kann gerast fullgildur limur í Nato eftir kríggið. Ein slík innbjóðing hevði verið umráðandi hjá okkum, sigur hann.
Ukraina hevur fleiri ferðir víst áhuga í at gerast partur av Nato, serliga eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør.
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari hevur fleiri ferðir sagt, at dyrnar hjá Nato standa opnar, men at Ukraina ikki fer at fáa eina formliga innbjóðing á toppfundinum í Vilnius.
– Tað, sum er mest umráðandi nú, er at tryggja, at Ukraina yvirlivir sum sjálvstøðug tjóð. Tí eri eg vísur í, at Nato-londini á toppfundinum framhaldandi fara at stuðla Ukraina, segði Stoltenberg í juni.
Á Nato-toppfundinum í rumenska høvuðsstaðnum Bukarest í 2008, varð avtalað, at Ukraina fór at gerast limur einaferð í framtíðini, og sambært Stoltenberg ætlar Nato sær at halda tað lyftið. Tað er tó ikki greitt, nær hetta fer at henda, og líkt er ikki til, at Ukraina fær eina ítøkiliga tíðarætlan á komandi toppfundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald