Uttanlands

Zelinskyj hitti kong í London

Ukrainski forsetin er á síni bert aðru uttanlandsferð síðan russisku innrásina

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-02-08 19:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur í dag verið á vitjan í Stórabretlandi, har hann eitt nú hevur hitt Charles kong.

BBC vísti í dag myndir av vitjanini hjá forsetanum í Buckingham Palace, har teir báðir heilsast við lógvataki – Charles kongur í myrkabláum klædningi, meðan Zelenskyj er í teimum vanligu hernaðargrønu klæðunum.

Hetta er bert onnur uttanlandsvitjan hjá Zelenskyj síðan Russland leyp á Ukraina 24. februar í fjør. Fyrra vitjanin var til USA.

Zelenskyj hevur í dag eisini hildið røðu fyri bretsku tjóðartingslimunum.

- Frælsið fer at sigra. Vit vita, at Russland fer at tapa, segði Zelenskyj.

Ukrainski forsetin heitti í røðu síni á Bretland og onnur vesturlond at lata stríðsflogfør til Ukraina. Hann takkaði eisini fyri hjálpina, sum landið hevur fingið.

Vitjanin hjá kongi var lutfalslita stutt. Eftir vitjanina í Buckingham Palace, fór hann til Paris at hitta franska forsetan Emmanuel Macron, týska samveldiskanslaran Olaf Scholz og aðrar evropeiskar leiðarar.

Í morgin vitjar hann eftir ætlan ES í Brússel. 

[object Object]
Zelenskyj og Rishi Sunak, forsætisráðharri, í Downing Street (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder