2021-02-12 10:32

Hósmorgunin vórðu boð eftir bjargingarbátinum Rescue Ziska at hjálpa einum útróðrarbáti, sum var staddur í Kalsoyarfirði.
Útróðrarbáturin hevði fingið maskinbrek, og hevði hann tí brúk fyri sleip.
Ziska sleipaði bátin á Klaksvík, og sleipið tók 44 minuttir, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald