Uttanlands

Zlenskyj á forsetaborgini: - Eg eri ikki bangin

Ukrainski forsetin hevur ongar ætlanir um at rýma. Hevur tikið upp røðu á forsetaborgini í Kyiv

2022-03-08 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast russisku herdeildinar spakuliga taka seg fram í Ukraina, so heldur ukrainska mótstøðan fram.

Landsins forseti, Volodymyr Zelenskyj, sum í vestanlondum er vorðin ímyndin av ukrainska stríðsviljanum, hevur í nátt aftur sent boð út til fólkið um at ikki at missa mótið.

Í einum videobroti á boðtænastuni Telegram, hevur Zelenskyj fyri fyrstu ferð síðan russisku innrásina víst seg á forsetaskrivstovuni í miðbýnum í Kyiv, skrivar blaðið The Guardian.

Í filmsbrotinum filmar Zelenskyj fyrst út yvir tómu gøturnar í høvuðsstaðnum, áðrenn hann fer inn, og setir seg á forsetaskrivstovuni at halda røðu fyri ukrainska fólkinum, har hann eisini tryggjar teimum, at hann er við til tann beiska endan.

- Lat meg siga eitt. Eg verði her. Eg verði í Kyiv. Á Bankova Street. Eg fjali meg ikki, og eg óttist ongan, sigur forsetin millum annað.

Í røðuni fagnar Zelenskyj eisini dirvinum hjá ukrainum.

- Øll eru har, tey skulu vera. Eg eri í Kyiv. Fólk mítt er við mær. Verjueindirnar eru til reiðar. Herfólkini standa tilbúgvin. Okkara hetjur!

- Læknar, bjargingarfólk, bilførarar, sendifólk, tíðindafólk og øll onnur. Vit eru øll í kríggi. Vit koma við okkara íkasti til sigurin, sum vit eru sannførd um fer at koma, sigur hann.

Volodymyr Zelenskyj hevur fyrr boðað frá, at hann er fremsta mál hjá Russlandi, og at familja hansara er næstfremsta.

Kortini hevur forsetin endurtikið fleiri ferðir fyri fólki sínum og restini av heiminum, at hann ikki fer til rýmingar.

Hann hevur víst seg alment eina ferð fyrr undir nú 12 daga langa krígnum. Tað hendi í einum øðrum filmsbroti, tá hann saman við ráðgevum sínum gekk á gøtunum í Kyiv.

- Vit eru her fyri at verja frælsið hjá landi okkara. Og soleiðis halda vit fram. Æra verið okkara verjufólkum. Æra verið Ukraina, segði hann tá sambært The Guardian.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder