Uttanlands

Zuckerberg boðar frá broytingum

Facebook-tænastan verður broytt til at verða meira privat – skal kunna brúkast til at finna unnustu eisini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-01 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vælumtókta nettænastan Facebook fer at broytast í næstum. Tað boðaði stovnarin, Mark Zuckerberg, frá á árligu menningarráðstevnuni hjá Facebook í San José í Kalifornia í gjár.

Talan verður um broytingar á øllum fýra stóru pallunum, sum felagið rekur, Facebook, Messenger, WhatsApp og Instagram.

Eitt nú fer blái liturin hjá Facebook at hvørva, og búmerkið og strípan í erva skal hava annan lit. Skiftið fer fram í USA í løtuni og kemur til onnurlond um fáar dagar, skrivar BBC.

Tað fer eisini at verða møguligt at leggja rein tekstboð út á Instagram, og ikki sum nú, einans myndir og filmar. Messenger verður eisini broytt, og verður samanflættað við Whatsapp.

Facebook sigur, at menningin nú gongur fram móti at broyta Facebook frá at vera eitt alment torg til at vera eitt meira privat tilhaldsrúm.

- Í 15 ár hava vit bygt Facebook og Instagram til talgild býartorg, har samskiftið fer fram við nógv fólk samstundis. Nú fara vit at broyta samskiftið til at vera meira privat, skrivar Mark Zuckerberg m.a. á egna Facebook-vanga sínum.

Hetta merkir millum annað, at Facebook verður broytt til at kunna brúkast í sambandi við at leitað verður eftir unnusta og starvi, skrivar nrk.no.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder