Uttanlands

Zuma møtti sjálvur upp í fongslinum í gjárkvøldið

Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin hevur nú viðurkent fongsulsdómin, hann fekk í farnu viku

Jacob Zuma (Mynd: EPA)

Jacob Zuma (Mynd: EPA)

2021-07-08 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, er farin í fongsul. Í nátt fór hann sjálvboðin til løgregluna og lat seg fongsla.

Sostatt hevur hann nú sitið fyrstu náttina av fongsulsdóminum á 15 mánaðir, sum hann fekk í hægstarætti í farnu viku.

Óvissa hevur verið um, hvat fór at henda við fyrrverandi forsetanum, tí hann í fyrstu syftu ikki vildi góðtaka dómin. Men í gjárkvøldið broyttist støðan.

Tá hevði løgreglan fingið boð um at handtaka Zuma, um hann ikki møtti sjálvboðin.

“Zuma forseti hevur gjørt av at virða fongsulsdómin. Hann er á veg at melda seg sjálvan nú", skrivaði Zuma Foundation á Twitter í gjárkvøldið. Hesin felagsskapur, sum umboðar fyrrverandi forsetan, vildi annars ikki góðtaka dómin, ið varð avsagdur í farnu viku.

Hetta er fyrstu ferð síðan apartheitstýrið, at ein fyrrverandi forseti í Suðurafrika verður fongslaður.

Zuma varð funnin sekur í vanvirðing fyri rættinum, tí hann fyrr í ár ikki møtti upp í einum máli móti honum um mutur.

Zuma møtti í gjár í nýístandsetta fongslinum í lítla námsbýnum Estcourt í KwaZulu-Natal landslutinum haðani hann er ættaður.

Nógv fólk í Suðurafrika eru av teirri meining, at fongslingin hevur týdning fyri at styrkja rættartrygdina í landinum.

Zuma hevur fyrr sitið í fongsli. Hann sat í tíggju ár fyri sín leiklut í vápnaða stríðnum móti apartheitstýrinum, skrivar AFP tíðindastovan.

Jacob Zuma, sum var forseti frá 2009 til 2018, er 79 ára gamal, og hevur fyrr víst á, at hann er ov heilsuveikur til at fara í fongsul. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder