Ferðavinnufyritøkan 62 Norð hevur sent øll síni starvsfólk heim sum avleiðing av kreppuni, ið serliga hevur rakt ferðavinnuna.
Øll starvsfólkini eru uppsøgd í dag, upplýsti stjórin fyri felagið Bergur Thomsen fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum á middegi. Eisini stjórin sjálvur er millum tey uppsøgdu. Avgerðin um uppsøgn varð tikin av nevnd felagsins í gjár.
Sambært stjóranum, so er støðan so álvarslig, at stundir ikki eru at bíða eftir einum hjálparpakka, sum kann koma vinnuni til hjálpar.
- Á ferðaskrivstovuni fáa vit bara avlýsingar inn, á hotellinum eru ongir gestir, og bilaútleiganin er farin niður á so at siga null, segði Bergur Thomsen við útvarpið.
Fleiri av starvsfólkunum hava langa uppsagnartíð, og tey koma sostatt at halda fram í uppsagnartíðini.
Vónin er, at fáa møguleika at seta fólkini í starv aftur. Endamálið er at fyritøkan fær møguleika at halda fram – í eini minni útgávu – tá núverandi kreppan er av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald