Innanlands

Nú kemur gongubreyt fram við landsvegnum í Líðini

Spf. Andrias Berg skal standa fyri arbeiðinum at gera 500 metra langa breyt frá ósanum í Trongisvági til rulluportrið í Trongisvágslíð.

2026-11-20 17:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hósdagin varð arbeiðstakarasáttmáli um nýggja gongubreyt í Líðini í Trongisvági undirskrivaður í býráðssalinum á Tvøroyri.

Tað er Sp/f Andrias Berg, sum skal standa fyri arbeiðinum, ið fevnir um at gera eina umleið 500 metrar langa og 2 metrar breiða gongubreyt fram við landsvegnum, frá Ósanum til rulluportrið í Trongisvágslið.

Verkætlanin verður framd í samstarvi við Landsverk, sum hevur góðkent ætlanina. Tvøroyrar kommuna er byggiharri og hevur ábyrgdina av arbeiðinum.

Løgtingið hevur fyribils játtað eina millión krónur til gongubreytina. Sáttmálaupphæddin við Sp/f Andrias Berg er 1.391.100 krónur uttan meirvirðisgjald.

Endamálið við nýggju gongubreytini er at bøta um ferðslutrygdina og skapa tryggari umstøður hjá teimum, sum ganga fram við hesum vegastrekkinum.

Sambært tíðarætlanini skal arbeiðið verða liðugt fyrst í februar 2027. 

[object Object]Andrias Berg, arbeiðstakari, og Kristin Michelsen, borgarstjóri (Mynd: Tvøroyrar kommuna)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder