Hóast koronafarsóttin herjar, og fólk verða biðin um at halda seg heima við hús, er alneyðugt at varðveita kropsliga rørslu og venjing, sigur Fólkaheilsuráðið.
Tað er serstakliga umráðandi at fremja aeroba venjing (treystisvenjing) og styrkivenjing fyri at varðveita og betra um heilsustøðuna.
Víst verður á, at WHO mælir vaksnum til at gera 150 minuttir av treystisvenjing ella 75 minuttir av treystisvenjing við stórari arbeðstyngd um vikuna. Børn eiga at fremja treystisvenjing við miðal og stórari arbeiðstyngd ein tíma hvønn dag.
Eisini eiga bæði børn, ung, vaksin og eldri at gera styrkivenjing fyri stóru vøddabólkarnar 2-3 ferðir um vikuna. Tabel, sum vísir, hvussu treystisvenjing kann fremjast og stýrast fyri ymiskar málbólkar, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald