Innanlands

– Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðilista

Sirið Stenberg vil hava at vita frá landsstýrismanninum í heilsumálum, hvussu hann ætlar at fáa bíðitíðina í barnapsykiatriini niður

Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini, sigur Sirið Stenberg (Savnsmynd)

Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini, sigur Sirið Stenberg (Savnsmynd)

2021-04-26 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Langa bíðitíðin hjá barnapsykiatriina er álvarsom, og børn eiga at fáa skjóta og góða hjálp, sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Hon hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurning um bíðitíðirnar í barnapsykiatriini.

Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann elva til álvarsama sjúku í støðum, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, sigur Sirið Stenberg, sum heldur, at alt má setast til fyri at fáa bíðitíðirnar niður.

Hon hevur m.a. spurt Kaj Leo Holm Johannesen, hvussu hann ætlar at fáa bíðitíðirnar niður, og um lagt er upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini í kørmunum fyri 2020.

– Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur.
Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt.

– Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og menning, sigur tingkvinnan.

Spurningurin hjá Sirið Stenberg er soljóðandi:

1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini?

2. Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum?

3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður?

4. Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár?

5. Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder