Innanlands

– Barsilsskipanin skal gerast smidligari

Javnaðarflokkurin hevur sett sær sum mál, at Føroyar skal verða heimsins besta barnaland. Ein partur, av at røkka hesum máli, er at fáa eina betri og smidligari barsilsskipan, har foreldur í størri mun sjálv kunnu tillaga barsilstíðina eftir familju- og arbeiðslívi, og fer flokkurin at leggja fram uppskot um hetta í komandi viku

2020-02-23 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er í avmarkað tíðarskeið í lívinum, at vit eiga smá børn. Hetta er ein dýrabar tíð í lívinum, og fleiri vilja hava børnini heima longur enn løgtingslóg um barsilsskipan ásetir. Galdandi lóggáva ásetir, at foreldur ikki hava rætt til barsilsfarloyvi samstundis, og barsilsfarloyvið skal vera tikið innan fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð. Tað er ov stirvi, halda tinglimir Javnaðarfloksins, og tí leggja tey í komandi viku fram uppskot, sum skal gera barsilsskipanina smidligari, og harvið gera tað lættari hjá foreldrum at sameina familju- og arbeiðslív.

- Við hesum uppskotinum fáa foreldur møguleika til at nýta barsilsfarloyvið innan tvey ár eftir barnsburð, um semja annars er gjørd við arbeiðsgevara um hetta. Foreldur skulu kunna vera í barsilsfarloyvi samstundis, t.d. hálva tíð hvør, og tað skal bera til at leingja farloyvið, um útgjaldið verður minkað samsvarandi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Hann vísir á, at tað er av týdningi, at barsilstíðin verður tillagað í samráð við arbeiðsgevara, soleiðis at allir partar eru á einum máli. Lógin ásetir, at arbeiðsgevarin skal hava boð um møguligt longt farloyvi í seinasta lagi 8 vikur eftir barnsburð. Hetta ger tað lættari hjá arbeiðsgevara at tillaga viðurskiftini í barsilstíðini

Sambært uppskotinum verður møguligt at leingja farloyvið við 25, 50, 75 ella 100 % og lækka útgjaldið samsvarandi. Orsøkin, til hesar avmarkaðu valmøguleikar, siga uppskotssetararnir vera, at skipanin ikki skal vera ov trupul at umsita.

- Hetta uppskotið er partur av málinum hjá Javnaðarflokkinum um at gera Føroyar til heimsins besta barnaland. Skulu vit røkka hesum, er sjálvsagt tørvur á at seta inn á fleiri økjum. Umframt at fáa eina smidligari barsilsskipan, eiga vit til dømis eisini at gera tað møguligt hjá foreldrum at taka umsorganardagar, sum kunnu brúkast til og við barnið er 7 ár. Hetta fara vit at leggja uppskot fram um seinni í ár, sigur Aksel V. Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder