2026-11-18 12:00
Løgreglan kannar framvegis málið um svik á Facebook og upplýsir, at ein persónur nú er skuldsettur í málinum.
Tað var um vikuskiftið, at løgreglan fekk tríggjar fráboðanir um, at onkur við falskum Facebook-brúkara hevði sett eina playstation til sølu á Facebook og hevði fingið fólk at flyta sær pengar.
Tveir av fráboðarunum høvdu flutt nakrar túsund krónur uttan at fáa tað, teir høvdu goldið fyri.
Løgreglan upplýsti um vikuskiftið, at tey hildu seg vita, hvør stóð aftanfyri, og í gjár varð so ein persónur skuldsettur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald