Innanlands

– Bendir á at vit hava fatur í onkrum

Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um, at vit í dag hava eina minking av smittaðum, og hann heldur tað vera umráðandi, at mann heldur fram við at kanna so nógv sum gjørligt

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-03-23 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

95 føroyingar eru smittaðir við korona í løtuni – seks færri enn í gjár. Sostatt er í dag talan um fyrsta dagin við minking av sonevndum "aktivum tilburðum". Somuleiðis var talið á nýggjum tilburðum eisini væl lægri enn tað hevur verið seinastu vikuna.

Les eisini: Fyrsti dagur við minking av smittaðum

– Eg haldi, tað er ein øgiliga jalig gongd, og tey sum hava skil fyri tí eru øgiliga væl nøgd við gongdina. Hetta bendir á, at vit hava fatur í onkrum, sigur hann við Portalin. Hann vísir her til strategiina hjá føroysku heilsumyndugleikunum við at kanna so nógv fólk sum gjørligt, nakað sum ikki verður gjørt í øllum londum. 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur tað vera umráðandi, at vit í Føroyum halda fram við at kanna so nógv sum gjørligt.

– Eg haldi, tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit kanna so nógv sum gjørligt alla tíðina og brúka allar ressourcir uppá at kanna, sum WHO mælir til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sambært nýggjastu tølunum frá Heilsumálaráðnum, eru 2.255 fólk kannað í Føroyum higartil, og landsstýrismaðurin stúrir ikki fyri, at føroyska heilsuverkið fer at mangla kanningarútgerð.

– Í løtuni hava vit nóg mikið av sonevndum test-kits, vit mangla yvirhøvur ikki, sigur hann. 

Men hvussu er við aðrari útgerð sum verndarbrillur, maskur og verjubúnar, veit hann ikki at siga.

Um góða gongdin fer at halda fram ber heldur ikki til at siga í løtuni, ásannar Kaj Leo Holm Johannesen.

– Tað er ringt at meta um, hvørt tann góða gongdin fer at halda fram, men um eina viku haldi eg, at vit vita meira, sigur hann og leggur afturat, at tað er umráðandi, at Føroyar ikki fer at broyta sína strategi.

– Eg eri glaður fyri, at vit valdu eina strategi, og at vit hildu fast í tað strategiina. Vit hava stýrt beinleiðis eftir tí kósini, og eg haldi tað er øgiliga umráðandi, at vit ikki skifta kós, tá tað gongur væl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder