Innanlands

Betri-samtakið letur 200.000 krónur í stuðli til Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi Føroya

Hjálparnetverkið bjóðar ókeypis hjálp í sambandi við korona-kreppuna

Sjálvboðin hjá hjálparnetverkinum hjá Reyða Krossi

Sjálvboðin hjá hjálparnetverkinum hjá Reyða Krossi

2020-04-02 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betri boðar í dag frá, at samtakið letur 200.000 krónur í stuðli til  Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi, sum í løtuni millum annað bjóðar annað sálarliga ráðgeving frá løggildum sálarfrøðingi, at flyta fólk í heimauppihald og sóttarhald, at stuðla og práta við fólk, sum eru einsamøll ella í sóttarhaldi og at vegleiða fólki, ið ikki skilja føroyskt.  

Umframt hetta gevur Hjálarnetverkið mat- og klædnahjálp og veitir hjálp í sambandi við praktiskar uppgávur so sum við at keypa og at ganga túr við hundum.

Alt hetta er sjálvboðið. Hjálpin frá Betri er kærkomin sigur Jóannes Ejdesgaard, formaðuri í Reyða Krossi Føroyar.

- Vit í Reyða Krossi eru sera fegin um, at Betri upp á stutta tíð vildi veita okkum stuðul, sum ger tað møguligt at hava Hjálparnetverkið í hesi serligu kreppustøðu. Við sjálvbodnari og professionellari orku tálmar og bøtir Hjálparnetverkið hjá Reyða krossi um menniskjaliga neyð og samfelagsligar avbjóðingar, ið standast av korona her í Føroyum. Hesin stuðulin er tískil kærkomin, og vit eru takksom.

- Sum serføroyskt samtak, letur Betri gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin burtur av yvirskotinum í samtakinum til vælgerandi endamál í føroyska samfelagnum – serliga til sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi endamálum. Betri hevur í sambandi við korona-kreppuna, umframt stuðulin til Reyða Kross, latið 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið, skrivar Betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder