Vesturheimurin brúkar Ukraina sum eitt amboð til at oyðileggja Russland, men tað fer Russland ikki at loyva teimum.
Soleiðis segði russiski forsetin, Vladimir Putin m.a. í nýggjársrøðu sínari, sum varð send í Russlandi um vikuskiftið.
Nýggjársrøðan hjá Putin plagar í høvuðsheitum at snúgva seg um at ynskja russum gott nýggjár, men hesuferð fylti kríggið í Ukraina nakað.
Røðan hjá Putin var uml. níggju minuttir til longdar, og var hon sostatt longsta nýggjársrøða, sum hann hevur hildið í embætistíð sínari, skrivar tíðindastovan Reuters.
Í røðu sínari vildi russiski forsetin vera við, at at Russland stríðist í Ukraina fyri at verja "móðurlandið" og fyri at tryggja fólkinum eitt veruligt sjálvræði.
Eisini legði hann Vesturheimin undir at hava provokerað Russland til at seta í gongd tað, sum í Russlandi verður nevnt "ein serlig hernaðarlig atgerð".
Putin sigur eisini, sambært Ritzau, at vesturlendska elitan í áravís hevur vissað um, at hon hevur góðar ætlanir, men í veruleikanum hevur hon samstarvað við nýnasistar, sum hava framt yvirgang móti sivilfólki í Donbas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald