Í sjónvarpssendingini "Skuggakríggið", sum er gjørd í samstarvi millum DR, SVT, NRK og Yle verða tvey russisk fiskiskip, sum eisini hava siglt í Føroyum, sett í samband við møguliga njósning, og tað kann Danmark ikki liva við, halda fleiri politikarar á Christiansborg.
Virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen sigur, at føroyska fiskiveiðuavtalan við Russland er eitt mál fyri Føroyar, og fer hann ikki at leggja seg uppí tað. Men tað er greitt, at um njósning fer fram móti ríkisfelagsskapinum, hevur Danmark skyldu til at syrgja fyri, at slíkt ikki hendir.
– Um hesi skipini verða brúkt í sambandi við njósning, krevur tað eisini, at vit frá danskari síðu gera meira, enn vit áður hava gjørt, sigur hann sambært DR.
Sambært Martin Lidegaard, floksleiðari hjá teimum radikalu, noyðist danska stjórnin at reagera og samskifta við landsstýrið um, hvussu málið skal handfarast.
– Vit kunnu ikki liva við, at russar kunnu hava slíkt eftirlit í donskum og føroyskum sjógvi, sigur hann og leggur afturat, at hetta kann elva til innanhýsis ósemjur í ríkisfelagsskapinum.
Søren Pape Poulsen, formaður hjá konservativa flokkinum sigur, at tað er ræðandi, at russar møguliga njósnast í økinum hjá ríkisfelagsskapinum, og eigur hetta at steðga umgangandi.
Hann leggur afturat, at hetta er eitt mál fyri donsku stjórnina, og leggur hann einki í, um Føroyar hava eina fiskiveiðuavtalu við Russland.
– Hetta er yvirhøvur ikki eitt føroyskt mál. Eg leggi einki í hasar fiskiveiðuavtalurnar, tá tað kemur til sovorið. Um mann sum sivilt far hevur hernaðarliga útgerð umborð, so snýr tað seg ikki longur um handil. So snýr tað seg um uttanríkis- og trygdarpolitikk, og harvið er tað eitt mál fyri donsku stjórnina, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald