Á felags kirkjuráðsfundi 4. juni innstillaðu kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi Idu Lykke Kannuberg til virkandi sóknarprest.
Ida verður sostatt virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í august, september og oktober, nú sóknarpresturin Jonhard Jógvansson fer í lestrarfarloyvi, boðar Fólkakirkjan frá.
Ida Lykke Kannuberg er ættað úr Vinde Helsinge á Vestursælandi. Hon tók prógv sum gudfrøðingur á universitetinum í Keypmannahavn í 2021. Ida hevur m.a. starvast sum prestur í Diakonissestiftelsen í Frederiksberg. Ida er gift við Tummasi, tey búgva í løtuni í Leirvík og tey eiga eina dóttir.
Ætlandi verður Ida innsett undir gudstænastuni í Eiðis kirkju 2. august klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald