Uttanlands

- Danmark kann ikki støðga eini amerikanskari herseting

USA hevur longu meira hermegi í Grønland, enn Danmark hevur

(Mynd: Arktisk kommando)

(Mynd: Arktisk kommando)

2026-01-05 19:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin ivi er um, at Grønland er av størsta týdningi fyri trygdina hjá USA, ikki minst tí eitt møguligt kjarnorkuálop úr Russlandi hendir yvir grønlendskum øki.

Tað sigur Stefan Lundqvist, kommandørkapteynur, sum er trygdargranskari á svenska verjuháskúlanum, Försvarshögskolan i Sverige

- Eg rokni ikki við, at hetta ynski hvørvur aftur, tí USA hevur stóran tørv á at fáa tamarhald á útnyðringspartin av Arktis, tí Russland og Kina eisini hava stóran áhuga í hesum økinum, sigur Stefan Lundqvist í samrøðu við finska kringvarpið, Yle.

Svenski hernaðarserfrøðingurin undrast tó yvir útsøgnirnar hjá amerikanska forsetanum, tí USA longur er hernaðarliga til staðar í Grønlandi og eisini hevur frælsi til at virka har.

Tí tulkar hann útspælið frá Donald Trump sum eitt tekin um, at tað eru búskaparlig áhugamál, ið gera seg galdandi og ynski um at fáa tamarhald á grønlendska tilfeinginum, so sum grafit, kopar, sink, litium og øðrum virðismiklum málmi í undirgrundini – tilfeingi, sum er avgerandi fyri USA í kappingini við Kina.

USA hevur longu nógv størri hernaðarstyrki í Grønlandi, enn Danmark hevur, og hevur sambært galdandi avtalu stórt frælsi at virka í Grønlandi.

So um USA skuldi tikið avgerð um at taka Grønland við hernaðarmegi, so hevði tað merkt, at USA skuldi hersett eitt øki, sum tað longu frammanundan hevur hernaðarliga tamarhaldið á.

- Og Danmark hevur ongan møguleika fyri at støðga eini amerikanskari innrás, staðfestir Lundqvist.

Hann staðfestir eisini, at eitt amerikanskt álop á Danmark og Grønland vildið verið altoyðileggjandi fyri hernaðarsamstarvið tvørtur um Atlantshav. Tað hevði undirgravað alt grundarlagið fyri Nato, eftir sum hernaðarsamgongan byggir á samstarv millum USA og Evropa.

Donald Trump hevur ikki víst aftur møguleikanum fyri at brúka hermegi til tess at fáa tamarhald á Grønlandi, men svenski verjuserfrøðingurin metir tað meira sannlíkt, at USA fer at brúka aðrar mátar at leggja trýst á Danmark.

- Um vit hyggja eftir, hvussu Donald Trump hevur gjørt fyrr, so rokni eg við, at talan verður um harðari toll, sum serliga er vendur móti Danmark, sum á tann hátt verður trýst til at geva amerikanskum fyritøkum atgongd til grønlendskt tilfeingi.

Ein annar máti er, at USA heldur fram við at stuðla grønlendsku fullveldisstrembanini, men tað hevði ikki havt ávirkan her og nú.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder