2026-06-07 10:00
Í gjárkvøldið var stór konsert við Tjarnir í Hoyvík, og í hesum sambandi hevur løgreglan skrásett eitt mál um harðskap.
Tað var uttanfyri høvuðsdyrnar til stórhøllina stutt eftir midnátt, at ein persónur bleiv sligin í andlitið, og ein persónur bleiv handtikin og skuldsettur fyri hetta.
Hendingin varð av tilvild tikin upp av einum filmstóli á einum løgreglubili, sum stóð á økinum, so hendingin er rættiliga væl lýst, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at løgreglan fer at gera fleiri avhoyringaar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald