Innanlands

- Deyðsfella er tað ikki

Steinar á stødd við "smáar sukurmolar" drússa niður av og á, men at tunlarnir Norður um Fjall eru ein deyðsfella, vil stjórin á Landsverki ikki hava sitandi á sær

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki (Skíggjamynd: KVF)

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki (Skíggjamynd: KVF)

2020-06-12 06:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Um ein tunnilin ella ein brúgv eru ótrygg at brúka, so verður tað stongt.

So greiður var Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, í Degi og viku í gjárkvøldið.

Norska fyritøkan Rambøll gjørdi í desember í fjør eina frágreiðing um tunlarnar norður um Fjall, sum vísir at ábøtur mugu gerast á einum strekki í Árnafjarðartunlinum beinanvegin. Enn er tó einki hent, men tað verður gjørt í ár, upplýsti hann.

- Tað er ein syll, sum hevur staðið opin í 50 ár. Hon er ikki farlig, og tað svarar til, at smáir sukurmolar drússa niður. Seinni í ár fara vit at sproyta hesa syllina inn, sum Rambøll mælir til at gera, greiddi Sigurd L. Lamhauge frá.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Hvørja ferð tað hevur verið frost, og tað toyar aftur, so drússar grót niður. Men at tað er ein deyðsfella, taki eg frástøðu til, og var tað ein deyðsfella høvdu vit stongt tunnilin.

- At ein steinur drússar niður, kann eingin av okkum garantera at tað ikki ger, men at tunnilin dettur saman og tað koma stórir blokkar úr loftinum, tað tori eg at siga, tað ger tað ikki, slóð hann fast.

Men hví er einki gjørt hóast frágreiðingin sigur, at hetta skal gerast beinanvegin:

- Tað er nógv annað, sum vit burdu gjørt beinanvegin, men nú er tað ein raðfesting, og tað er mín uppgáva sum stjóri at raðfesta pengarnar ordiliga, segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin eru gjørdir í ávikavist 1965 og 1967.

Alt innslagið í Degi og viku sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder