Mentan

– Djúp melankoli og inniligt takksemi

Sunnudagin 1. desember verður konsert í Báta- og listasavninum í Leirvík við Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen

2024-11-27 11:41 Author image
Innsent
placeholder

Tað er fastur táttur, at Báta- og Listasavnið í Leirvík hava tónleikalig tiltøk við Moniku Stauss Joensen á violin. Hesa ferð hevur hon fingið gittarleikaran Ólav Jakobsen afturat sær. Tey fara at spæla konsert í søguríku hølunum sunnudagin 1. desember kl. 16.00.

Tey bæði hava spælt leingi saman. Eisini hava tey ferðast víða við tónleikinum og verið á konsertferðum til USA, Sveis og Týskalands. Men altíð, so hava tey vitjað aftur í Leirvík.

Skráin tey spæla kemur víða, men tey vilja nevna Jóannes Joensen, leirvíkingin, við tí djúpu og serstøku røddini, ið Kringvarpið herfyri vísti hjartanemandi film um. Jóannes og tónleikur hansara eru javnan at hoyra í miðlunum.

Jóannes Joensen skrivar løg til síni nærmastu. Fyrstu ferð Ólavur Jakobsen hoyrdi lagið, ið Jóannes hevði skrivað til Moniku, ið er kona pápabeiggjan hjá Jóannesi, helt hann fyri, at lagið var so mikið grípandi, at hann fegin vildi seta lagið út fyri violin og gittara.

Ólavur helt, at lagið var “merkt av djúpari melankoli, skrivað í inniligum takksemi til Moniku”.

Monika og Ólavur hava áður spælt hetta lagið á konsertum, eisini uttanlands.
Nú verður so lagið “Monika” aftur at hoyra í Leirvík í útsetingini hjá Ólavi Jakobsen fyri violin og gittara.

Umframt tónleikin hjá Jóannesi, so verða tónar hjá Paganini, Bach, suðuramerikanskur sologittartónar og fólksligur tónleikur úr m.a. Sveis á at hoyra. Okkurt jólaligt er eisini á skrá.

Alt borið fram í eygnahædd og við stuttum, løttum frágreiðingum. Eftir konsertina er hugnaløta við onkrum afturvið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder