Mentan

- Eg fari at gera tykkum stolt

Reiley fer at umboða Danmark í Eurovision, sum í maimánað verður í Liverpool

(Skíggjamynd: DR)

(Skíggjamynd: DR)

2023-02-11 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann ætlar ikki einki, Rani Petersen sum í kvøld vann danska Melodi Grand Prix, og skal umboða Danmark í Eurovision.

Tað eru í ár tíggju ár síðani at Danmark vann Eurovision sangkappingina seinast, og nú er helst møguleiki fyri at gera tað enn einaferð.

- Eg havi tað so gott, og eg elski tað. Eg eri so glaður og havi notið hetta so nógv, segði ein ovfarin Reiley við vertin Heino Hansen beint eftir at vinnarin var blivin kunngjørdur.

- Lat okkum hava ein sang, sum kann koma í finaluna í Eurovision. Lat okkum gera hetta. Eg fari at gera tykkum stolt, segði hann á enskum við sjónvarpshyggjarar og áhoyrarnar í Arena Næstved.

Eurovision Song Contest verður í Liverpool 9., 11. og 13. mai. Danmark við Reiley sum umboði, luttekur í seinnu hálvfinaluni, sum verður 11. mai.

Soleiðis gjørdist úrslitið

1. Reiley, 'Breaking My Heart' 43 prosent (15 prosent hyggjaraatkvøður, 28 prosent dómsnevndaratkvøður)

2. Nicklas Sonne, 'Freedom' 34 procent (20 prosent hyggjaraatkvøður, 14prosent dómsnevndaratkvøður)

3. Micky Skeel, 'Glansbillede' 23 procent (15 prosent hyggjaraatkvøður, 8prosent dómsnevndaratkvøður)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder