Løgreglan varð um middagsleitið hósdagin noydd at fara út á Argir, har ein persónur var til ampa fyri arbeiðsfólk og kundi verða til vanda fyri seg sjálvan.
Talan var um ein mann í tretivuárunum, sum mótmælti arbeiðnum at gera nýggju kirkjuna á Argjum. Nakað sum sum nógv onnur hava gjørt á ymiskan hátt - men ikki við at standa við byggiplássi undir arbeiði. Og í sambandi við at spreinging skuldi vera.
Persónurin fekk at vita, at nú fór man at spreingja, og at tað kundi vera vandamikið at framhaldandi standa har. Men hetta gjørdi ikki mun. Heldur ikki tá løgreglan bað viðkomandi flyta seg.
Tað endaði við, at løgreglan handtók persónin, hevði hann á støðini eina løtu, áðrenn mótmælandi maðurin varð leyslatin.
Ein óvanlig hending í Føroyum. Persónurin fær, sambært vaktleiðaranum eina bót. Hetta fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald