Vit eru væl fyri, um tað skuldi hent, at coronavirusið kemur til Føroya.
Tað var niðurstøðan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, tá hann varð spurdur, hvussu føroyska tilbúgvingin er í hesum sambandi.
Ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum fyrrapartin, og tað var Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum spurdi:
– Hvussu er føroyska tilbúgvingin, og hevur føroyski heilsumyndugleikin nøkur góð ráð til føroyska fólkið í sambandi við hetta, sum vit hvønn einasta dag hoyra um í fjølmiðlunum?
– Eg havi fingið at vita, at vit eru væl fyri tá tað kemur til tilbúgving, um eitt ella annað skuldi hent. Um tað hendir, tað veit eingin av okkum, men eg dugi væl at síggja, at vit hava eina avbjóðing, sum vit skulu taka í álvara segði Kaj Leo Holm Johannesen, og vísti hann á týdningin við at halda eyga við teimum, sum koma til Føroya – eitt nú á ferðamannaskipum.
Eisini vísti hann á, at læknarnir eru komnir við góðari kunning í sambandi við coronavirusinum.
– Tú gert ikki nakað, um tú ikki hevur symptomir, og tað er vælsaktans eisini at hava tað á einum støði, har tú ikki spjaðir óneyðugan ótta, segði hann.
Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vildi vita, um føroyska sjúkrahúsverkið hevði nóg mikið av útgerð til at taka sær av fólki, ið eru smittað við coronavirusinum, um tað verður neyðugt, og hendan spurningin tók Bill Justinussen uppaftur.
– Hava vit tað útgerðina sum er neyðug, um so er at tað knappliga eru tíggju føroyingar, sum koma frá einum øki, har teir eru blivin smittaðir og eru farnir út í samfelagið og smitta víðari? Tað sær út til, at hendan smittan gongur øgiliga skjótt fyri seg.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum váttaði, at sjúkrahúsverkið hevur nóg mikið av bæði draktum og maskum, og vísti hann á, at avtala eisini er gjørd við danska sjúkrahúsverkið, sum nú hevur seks sjúkrahús, sum eru klár at taka sær av sjúklingum við coronavirusinum. Sostatt kann ein sjúklingur reint praktiskt verða fluttur til Danmarkar uttan at koma í kontakt við nakran, segði hann.
– Við tí, sum eg havi hoyrt higartil, so føli eg meg rættiliga tryggan, og tað haldi eg, at vit skulu líta á, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald