Uttanlands

- Eg gjørdi tað fyri at verja framtíðarættarlið

22 ára gamli normaðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið systir sína og fyri at leypa á eina mosku í summar, kom við almennari frágreiðing í rættinum í dag

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-11-04 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

22 ára gamli Philip Manshaus, sum er skuldsettur fyri at hava dripið lítlasystir sína og fyri at hava lopið á eina mosku í norska býnum Bærum, nærindis Oslo í summar, vitnaði í dag í rættinum fyri fyrstu ferð.

Les eisini: Álopið verður kannað sum yvirgangur

Í rættinum greiddi hann millum annað frá, at endamál hansara var at verja framtíðarættarliðini hjá fólki hansara.

Hetta er fyrstu ferð, síðan hann varð handtikin 10. august, at hann kemur við einari almennari frágreiðing.

Sambært DR hevur hann játtað seg sekan, men hann heldur ikki, at hann eigur at fáa revsing fyri sínar gerðir.

Philip Manshaus skal sita í varðhaldi í fýra vikur afturat, men hesuferð uttan avmarkingar. Hetta merkir, at hann nú sleppur at senda og móttaka brøv, umframt at hann nú eisini kann fáa vitjan.

Kanningararbeiðið hjá løgregluni verður væntandi liðugt í desember, og rættarmálið kann væntandi byrja næsta ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder