Uttanlands

– Eg havi rætt til at vera til

Delphine Boël, sum nú er viðurkend sum belgisk prinsessa, sigur, at hon kendi seg noydda at fara í rættin, eftir at pápi hennara, Albert II, ikki vildi viðurkenna hana

Delphine Boël og sakførari hennara, Marc Uyttendaele á tíðindafundi mánadagin (Mynd: EPA)

Delphine Boël og sakførari hennara, Marc Uyttendaele á tíðindafundi mánadagin (Mynd: EPA)

2020-10-06 22:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Belgiska Delphine Boël kann takka rættarskipanina fyri, at hon nú veruliga kann liva.

Tað sigur 52 ára gamla dóttirin hjá fyrrverandi belgiska konginum, Albert II, í samrøðu við blaðið Le Soir.

Hon fekk at vita frá mammu sínari, Sybille de Selys Longchamps, at hon var dóttir Albert kongi. Sybille hevði samband við kongin í árunum 1966 – 1984. Hetta vísti kongurin tó fleiri ferðir aftur, eisini í privatari samrøðu við Delphine.

Í farnu viku bórust tíðindini tó um, at Delphine Boël endiliga varð viðurkend sum prinsessa, og at hon sleppur at brúka eftirnavnið Saxe-Cobourg.

Les eisini: Belgiskur dómstólur: Kvinna sleppur nú at brúka heitið prinsessa

Sambært B.T. Fegnast hon um, at dómstólurin hevur givið henni viðhald, og er hon vís í, at hon gjørdi tað rætta, tá hon fór í rættin við málinum.

– Eg eri til. Eg havi rætt til at vera til.

Albert kongur bleiv giftur við Paolu drotning í 1959, og seinast Delphine tosaði við kongin, segði hann, at hon var ikki dóttir hansara, og tí kendi hon seg noydda at fara í rættin.

Tað var rætturin, sum gav boð um, at ein dna-roynd skuldi gerast, so greiðu kundi fáast á málinum. Og úrslitið av royndini prógvaði, at Delphine hevði rætt.

86 ára gamli Albert II, sum legði frá sær í 2013, hevur trý onnur børn. Philippe, ið er núverandi kongurin, Astrid prinsessa, og Laurent prinsur.

Delphine sigur við Le Soir at kongafamiljan ikki nýtist at stúra fyri, at hon vil hava meira enn tað, sum hon longu hevur fingið – rætturin til at kalla seg prinsessu og rættin til eftirnavnið Saxe-Cobourg.

Hon ynskir sær ikki meira, og væntar heldur ikki at verða boðin til familjusamkomur ella almenn tiltøk. Tað einasta hon ynskti var at fáa váttað, at hon var tann, sum mamma hennara segði hana vera.

Upprunaliga vildi hon eisini hava eitt samband við pápa sín, Albert II, men tað ynskir hann ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder