Mentan

- Eg havi so nógv at gleðast um

– Eg kenni meg sera hepnan, at nevndin valdi meg, segði Beinir Bergsson í røðu síni, tá hann mikukvøldið tók ímóti gávugóðsi úr Grunnni Thorvalds Poulsen av Steinum

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

2023-02-11 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Einaferð um árið, á føðingardegi Thorvalds Poulsen av Steinum, fær eitt ungt og gávuríkt listafólk peningagávu úr grunninum eftir Thorvald. 8. februar var hátíðarhald í hølunum hjá Listasambandi Føroya í Hoydølum, tá Beinir Bergsson varð heiðraður og fekk 40.000 krónur.

Beinir hevur givið tvey yrkingasøvn út, og hann hevði longu frammanundan fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið, Tann lítli drongurin og beinagrindin, og hitt savnið, Sólgarðurin, varð í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022.

Á hátiðarhaldinum mikukvøldið varð ungi yrkjarin tikin eitt sindur á bóli, tá viðurkendi sjónleikarin, Olaf Johannesen, í tveimum umførum fór á pall at lesa yrkingar hansara, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Við eyðkendu djúpu røddini las - ella rættari framførdi - Olaf úr fyrra savninum um sorgina um doyggjandi pápan, og úr nýggja savninum um ástarleik og sólgarðin við blómunum hjá ommuni.

– Hatta var heilt fantastiskt!, segði Beinir rørdur eftir framførsluna hjá Olafi, sum hevði fingið allar áhoyrarnar at sita sum á nálum.

Sjálvur helt Beinir eisini røðu, og tá segði hann m.a., at hann hevði nógv at gleðast um, og kendi hann seg hepnan, at nevndin valdi at geva honum heiðurin.

- Upp á nógvar mátar hugsi eg, at eg fái meira, enn eg havi uppiborið. Fyrra savnið, eg skrivaði, er útselt, Sólgarðurin er útseldur í Føroyum, men hann heldur á at liva og kemur út í Grikkalandi í mai og á íslendskum í summar. Yrkingarnar sleppa út í heim at standa seg, uttan at eg kann forklára øðrum, hvat tað heila merkir, segði Beinir, sum í løtuni lesur Ritlist á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

- Takk fyri, at tit vísa okkum, sum útbúgva okkum á hesum økinum, álit. Vit eru ikki nógvir ungir rithøvundar, og tó - eru vit nú so fá, sum vit halda? Eg havi hug at bjóða hesum tankanum av. Eitt nú ber til at vísa á ritlistaútbúgvingina á Setrinum, sum er við til at útbúgva rithøvundar. Hetta er eitt fantastiskt ískoyti til ritlistaumhvørvið her í Føroyum. Eg tori at pástanda, at hesi fólkini á útbúgvingini eru við til at menna umhvørvið, sum standa tey við várhagasólju og blæsa síni ritlistafræ, sum fara við lotinum og festa seg ymsa staðni í Føroyum.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder