
- Tað er ein demokratiskur trupulleiki, at vit bara hava eitt kyn umboðað í landsins leiðslu.
Soleiðis skrivar Demokratia á Facebook-síðu sínari í dag.
Fyri løtu síðani fingu teir báðir nýggju landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum Árni Skaale og Sólvit Nolsø setanarbræv frá løgmanni. Teir avloysa ávíkavist Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í almannamálum og Jacob Vestergaard í fiskivinnurmálum.
Sí eisini: Myndir: Nýggju landsstýrismenninir tilnevndir av løgmanni
Mannligu tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum til setanina.
Harvið er landstýrið nú aftur fullmannað og í mun til upprunaliga landstýrið, eru nú bert menn í landsstýrinum, og hesum finnst Demokratia at
- Tað eru nógvar góðar grundir til at hava eitt breitt umboð av føroyingum í løgtingi og landsstýri. Ein av teimum er, at hesi eiga at umboða fólkið, ið her býr, og útvið helvtin av teimum, ið búgva her, eru kvinnur.
Tað verður ymsastaðni kallað eitt "slipsalandstýri". Sambært Demokratia er hetta ódemokratiskt. Einki verður nevnt um nakran persón, men at tað sjálvandi skal verða pláss fyri kvinnuligari umboðan.
- Hetta liggur í orðinum fólkaræði. Verandi støða gongur beinleiðis ímóti demokratisku virðunum. Við sjey landsstýrissessum er pláss fyri kvinnuligari umboðan. Alt annað er uttanumtos.
Yvirlit: Hesir sjey menninir fara nú at manna landsstýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald