Tað kemur ikki uppá tal at tosa um eina fólkaatkvøðu um at innlima landslutin Suðurossetia í Russland, sigur georgiski uttanríkismálaráðharrin, David Zalkaliani.
– Slíkt kann ikki góðtakast, tá økið er hersett, segði hann á tíðindafundi í gjár eftir at hava hitt danska uttanríkismálaráðharran, Jeppe Kofod.
– Undir slíkari herseting hevði ein fólkaatkvøða ikki verið galdandi.
Russland leyp á Georgia í 2008, og síðan hava økini Suðurossetia og Abkhasia verið hersett.
Russland viðurkennir Suðurossetia sum ein frælsan stat, og hevur sett túsundatals hermenn inn í økið.
Mikudagin segði Anatolij Bibilov, leiðari í Suðurossetia, at ein fólkaatkvøða er neyðug fyri at økið kann gerast partur av Russlandi, men Jeppe Kofod sigur, sambært Ritzau, at ein slík fólkaatkvøða hevði verið ímóti allari altjóða lóggávu.
Les eisini: Ynskir fólkaatkvøðu um innliman í Russland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald