
9. mai er sigursdagur í Russlandi, ein tjóðarhalgidagur, har Russland markerar, tá Sovjetsamveldið sigraði yvir Nasitýskland undir seinna heimsbardaga í 1945.
Hetta verður hátíðarhildið við stórari skrúðgongu á Reyða Torginum í høvuðsstaðnum, Moskva, og í dag var einki undantak.
Nógvar gitingar hava verið um, hvussu Vladimir Putin fór at umrøða støðuna í Ukraina í røðu sínari, og ein partur av røðuni hjá russiska forsetanum snúði seg eisini um núverandi støðuna, skrivar Ritzau.
Putin segði m.a., at Russland noyddist at fremja "serliga hernaðaratgerðina" í Ukraina, sum kríggið verður nevnt í Russlandi. Har er tað nevniliga bannað at umrøða tað, sum fer fram í løtuni, sum eitt kríggj ella eina innrás.
– Russland kann ikki góðtaka, at Nato savnar megi nærindis russiska markið, segði Putin.
– Ukrainska stjórnin boðaði frá møguligari tilognan av kjarnorkuvápnum, og Nato fór í holt við eina hernaðarkolonisering í økjum, sum hoyra saman við okkum. Tað kann yvirhøvur ikki góðtakast, at ein hóttan kemur so nær okkara landamørk.
Putin vildi í røðu sínari eisini vera við, at vesturheimurin fyrireikaði eina innrás av russiskum økjum, harímillum Krim-hálvoyggin, sum Russland hertók í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald