Innanlands

Tvey klipp í Eysturoynni

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-05 08:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið í gjár vórðu tveir bilførarar í Eysturoynni tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tann eini var ein lastbilførari, sum varð tikin Millum Fjarða. Hann koyrdi 90 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman.

Í Runavík varð ein bilførari tikin fyri at koyra 78 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

Báðir bilførarar fáa klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder