Í farnu viku varð boðað frá fleiri álopum á russiska høvuðsstaðin Moskva, og í morgun varð eisini boðað frá einum álopi á russiskt øki.
Sambært russisku myndugleikunum er tað Ukraina, sum stendur aftanfyri, men Ukraina hevur enn ikki tikið ábyrgdina fyri álopini.
Tó sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at tað ikki kann sleppast undan, at kríggið, sum hevur verið í Ukraina síðan februar í fjør, eisini kemur til Russlands.
– Ukraina verður bara sterkari, og fer kríggið stigvíst aftur til russiskt øki, sigur hann.
Zelenskyj leggur afturat, at hetta er "ein natúrlig og rættvís tilgongd".
– Russiski ágangurin á vígvøllinum er steðgaður upp. Í dag er tað 522. dagur við sonevndu "serligu hernaðarligu atgerðini", sum russiska leiðslan væntaði fór at vara í eina ella tvær vikur, segði ukrainski forsetin sunnukvøldið.
Les eisini: Enn eitt álop á russiskt øki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald