
Vit hava onga heimild at nokta dønum at koma til Føroya og fara í býin, segði Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, tá hann á tíðindafundi í Kringvarpinum varð spurdur, um málið við teimum fimm dønunum, sum komu til Føroya at ballast seinasta vikuskifti.
Um tey fáa boð um nakran, sum ger ímóti tilmælunum um sóttarhald og fer út millum fólk, fara tey at seta seg í sambandi við viðkomandi at greiða teimum frá tilmælunum
– Eingin er óynsktur í Føroyum, har er ein atburður, sum er óynsktur, segði fútin.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði afturat, at hann fegnaðist um, at málið fekk so nógva umrøðu í stóru donsku miðlunum, og at tað varð viðgjørt sum tað álvarsmál, tað var.
– Hetta er virkandi til, at tað ikki endurtekur seg ferð eftir ferð, segði løgmaður.
Les eisini: Søgan um donsku ferðadólkini vakt ans í Danmark
Dagførd kl. 11.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald