At fimm danir fóru til Føroyar at ballast um vikuskiftið og gjørdu ímóti tilmælinum um heimauppihald hevur nú eisini vakt ans hjá donskum miðlum.
Les eisini: Ferðafólk hildu ikki tilmælini um heimauppihald
Danska tíðindastovan Ritzau hevur tosað við bæði Michael Boolsen, fúta og Bárður á Steig Nielsen, løgmann, um málið, sum kom fram í miðlunum herheima sunnudagin.
Les eisini: – Ikki í lagi at fólk ikki virða tilmælini
Talið á smittaðum í Føroyum kom, sum kunnugt, niður á nul fríggjadagin fyri fyrstu ferð í sjey mánaðir, og tað er m.a. orsakað av føroysku strategiini, sum byggir uppá álit og tilmæli, og tí er tað respektleyst, av donsku ferðafólkunum, at tey ikki fylgdu tilmælini, sigur løgmaður við Ritzau.
– Tað er respektleyst, at har kemur onkur og ger sær dælt av ta góðu støðuni, vit hava her í Føroyum. Eg vóni, at tey, sum umhugsa at fara til Føroya virða bæði tær skrivaðu og óskrivaðu reglurnar.
Miðilin B.T. hevur eisini tosað við Hildur Hentze, vaktleiðara á politistøðini í Havn.
Talan er um fimm ung fólk mitt í 20unum, sum høvdu ætlað sær at havt eitt sonevnt pubcrawl, har endamálið er at fara frá bar til bar, men tó vóru ikki øll, sum vóru fegin um at hava donsku ferðafólkini inni hjá sær, og á einum skeinkistaði valdu tey at koyra tey ungu á dyr og síðani at spritta alt staðið av.
Løgreglan hevur eisini fingið nógvar fráboðanir frá fólki um, hvar hesi donsku ferðafólkini hava verið. Ferðafólkini fara heim í dag ella í morgin, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald