Hotel Føroyar, Hotel Vágar og Hotel Tórshavn. Haraftrat hevur fyritøkan 15 matstovur, teirra millum Áarstovu, Skeiva Pakkhús, KOKS, Hvonn, Etika og Fútastovu.
Virksemið er nógv hjá Gist & Vist, og eftir fáum døgum minkaði alt virksemið niður í at kala einki.
- 2020 sá annars út til at gerast besta árið higartil. Nú eru vit í fríum falli, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum í dag.
Í februar vóru tilsamans 323 fólk á lønarlistanum hjá Gist & Vist, og 93 prosent av starvsfólkunum eru farin í ALS skipanina.
Hóast hann hevur stongt matstovurnar eftir tilmæli frá myndugleikunum, dylur Johannes Jensen ikki fyri, at honum dámar svensku strategiina, har skúlar, matstovur og onnur savningarstøð í stóran mun hava opið. Tíðin fer at vísa, um sviar verða meiri mótstøðuførir enn danir og harvið í longdini spara mannalív.
Tað kann tykjast sum um, at prísurin at steingja landið niður snøgt sagt er ov høgur.
- Vit noyðast eisini at taka kjakið frá einum búskaparligum sjónarmiði. Hvussu nógv skal tað kosta at bjarga einum menniskja frá corona? Heilsuverk hava altíð tikið búskaparlig atlit, men í løtuni tykist onki mark verða fyri kostnaðinum, sum heimurin í løtuni skal rinda fyri hesa farsóttina.
Johannes Jensen nevnir tað sum ein møguleika, fyri at avmarka neiligu árinini á ferðavinuna, at danir og grønlendingar kunnu ferðast hendan vegin uttan at noyðast í sóttarhald.
- Danir eru í dag umleið 40-50% av teimum ferðandi til Føroya. Við at linka sóttarhaldskravið kundi hetta givið føroysku ferðavinnuni ein størri heimamarknað, úr 52.000 fólkum til 5,8 milliónir fólk, sigur Johannes Jensen við industry.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald