Innanlands

– Eitt upplagt høvi at gera felags granskingarætlanir

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittust á eyka fundi seinnapartin fríggjadagin, at umrøða støðuna við COVID-19 og norðurlandasamstarvinum

2020-04-20 14:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittust á eyka fundi seinnapartin fríggjadagin, at umrøða støðuna við COVID-19 og norðurlandasamstarvinum. Semja var um at játta fígging til tiltøk í sambandi við korona, uttan tó at tað enn er greitt, júst á hvønn hátt peningur skal nýtast.

– Eg haldi tað er eitt upplagt høvi at gera felags granskingarætlanir, og at savna og deila vitan um, hvussu man á besta hátt handfer slíkar avbjóðingar. Eg mæli til, at vit skipa fyri einum tiltaki, t.d. eini ráðstevnu seinni og vitanardeila, við bakstøði í, at Norðurlond jú hava havt sera ymiskar tilgongdir til COVID-19 kreppuna. Tað gevur sera góða meining, at taka samanum á regionalum støði, og gera niðurstøðu um mannagongdir og tiltøk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.

Dentur var tó eisini lagdur á, at tað framhaldandi er týdningarmikið at halda fokus á arbeiðið við nýggju visiónini um grøn og samansjóðað Norðurlond, sum stjórnarleiðararnir samtyktu í fjør heyst.

– Vit hava sum ongantíð áður tørv á at arbeiða miðvíst við at gerast grønari og at knýta tættari bond millum okkara lond, fyri at stimbra búskapirnar og styrkja okkara kappingarføri, leggur Kaj Leo Holm Johannesen aftrat.

Meira kunning fæst her.

– Heilsumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder