Innanlands

- Fáa vit ikki øll undantøk má politiska skipanin leggja uppí

Herda verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hóttir trygdina á Landssjúkrahúsinum, sigur Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri

Steinar Eirikstoft (Skíggjamynd: KVF)

Steinar Eirikstoft (Skíggjamynd: KVF)

2020-10-23 22:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boðskapurin frá Steinari Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, er greiður. Fær Landssjúkrahúsið ikki tey undantøk, sum tey hava biðið um, er støðan so mikið hættislig, at tað ikki longur er ráðiligt.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaðu seinnapartin frá, at verkfallið verður hert mánamorgunin klokkan 7 til eisini at vera galdandi fyri B6 á Landssjúkrahúsinum.

Her arbeiða 14 fólk um samdøgrið, og sambært sjúkrahússtjóranum ber ikki til at flyta nakran sjúkling, og brúk er fyri nógvum fólki at vera um innløgdu fólkini.

Steinar Eirikstoft og Landssjúkrahúsið hava biðið um undantøk fyri at 12 sjúkrarøktafrøðingar kunnu arbeiða um samdøgri.

- Vit vænta at fáa tey undantøk sum relatera seg til akutt virksemi. Tað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sjálvt verið úti og sagt. Og nú gera vit teimum greitt hvat tað krevst at halda tað koyrandi, og tað vænta vit at fáa, segði Steinar Eirikstoft við Degi og viku í kvøld.

- Fáa vit ikki tað mugu vit fráboða politisku skipanini, at nú eru vit farin framvið tí sum er ráðiligt, sigur sjúkrahússtjórin.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur við Dag og viku, at Landssjúkrahúsið fær svar uppá umbønir um undantøk áðrenn klokkan 14 í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder