Innanlands

- Hóskar seg ikki at býráðslimir rýma av fundi, bara tí teir ikki dáma luktin í bakarínum

Elsa Berg vísir á, at andstøðan nýtti støðuna við gegnispurninginum i at markera seg. Í almennum boðum eftir rokmikla endan á býráðsfundinum, mælir borgarstjórin tó til at hyggja eftir góðu tinginum - og til at hyggja frameftir.

- Tað eru ikki øll mál, ið øllum dámar líka væl, men fyri tað skal man gera tað arbeiði, ið borgarin hevur valt teg til, skrivar Elsa Berg eftir heldur dramatiska kvøldið, har nógvir býráðslimir endaðu við at rýma (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað eru ikki øll mál, ið øllum dámar líka væl, men fyri tað skal man gera tað arbeiði, ið borgarin hevur valt teg til, skrivar Elsa Berg eftir heldur dramatiska kvøldið, har nógvir býráðslimir endaðu við at rýma (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-20 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg skilji væl, at andstøðan roynir at brúka eina støðu sum hesa til at markera seg. Men eg haldi ikki, at tað hóskar seg, at býráðslimir rýma av fundi, bara tí teir ikki dáma luktin í bakarínum.

Soleiðis byrjar Elsa Berg eina Facebook-dagføring, sum borgarstjórin í landsins størstu komunnu legði út stutt eftir longu nógv umrødda býráðsfundin hóskvøldið.

Hesin endaði í roki, tí andstøðan og tveir samgongulimir rýmdu av fundinum. Býráðsfundurin var harvið ikki viðtøkuførur.

Les eisini: Ruðuleiki á Vaglinum

Tróndur Sigurðsson byrjaði við at vísa á sína stóru ónøgd um, at býráðslimir skuldu "spæla dómarar" í málinum um gegnistrupulleikan hjá Bergi Robert Dam Jensen í málinum. Stór orð vórðu nýtt, og Annfinn Brekkstein fylgdi við.

Video: Skomm og pínligt fyri Tórshavnar býráð

Málið hevur elvt til størri innanhýsis stríð í býráðssamgonguni - millum Javnaðarflokkin, har Bergur Robert Dam Jensen er, og Tjóðveldisflokkin, sum hevur borgarstjóran og har býráðslimir hava kært Berg Robert Dam Jensen til Kommunala eftirlitið .

Og Elsa Berg vil verða við, at andstøðan, sum Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein eru partur av, gagnnýtir støðuna. Hetta heldur enn at gera sítt arbeiði.

- Tað eru ikki øll mál, ið øllum dámar líka væl, men fyri tað skal man gera tað arbeiði, ið borgarin hevur valt teg til.

Elsa Berg nýtir eisini orð sum "at renna undan ábyrgd".

Borgarstjórin í Tjóðveldi fegnast tó um, at fíggjarætlanin varð samtykt  og "tey góðu málini, sum vórðu avgreidd". Hon mælir til at hyggja frameftir eftir ein annars góðan býráðsfund, ið endaði rokaligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder