- Fara nú í gongd við annan hálvleik

Tað fer samgongan uttan Johan Dahl, sum tó framvegis helst fer at stuðla henni í tí mesta og fer at føra sambandspolitikk. Tann størsti av teimum ósvaraðu spurningurnum annars nú, eru tómu sessirnir í landsstýrinum

Her hevur Bárður á Steig Nielsen Ólavsøkurøðu - um tveir dagar er Nýggjársrøða løgmans á skránni, har tað kann verða áhugavert at hoyra, hvussu løgmaður ger støðuna upp fyri Føroya fólki (Mynd: Jens Kr. Vang)

Her hevur Bárður á Steig Nielsen Ólavsøkurøðu - um tveir dagar er Nýggjársrøða løgmans á skránni, har tað kann verða áhugavert at hoyra, hvussu løgmaður ger støðuna upp fyri Føroya fólki (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-29 21:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valskeiðið er eitt sindur meira enn hálvrunnið og sambært løgmanni er fyrri hálvleikur nú av, og farið verður í holt við seinna hálvleik, har tað eins og í "fyrra hálveiki" eru fleiri umráðandi mál, ið samgongan ætlar sær at fullføra.

Nakað soleiðis orðaði Bárður á Steig Nielsen seg í samrøðu við Kringvarpið seinnapartin, tá hann gjørdi endaliga greitt, at samgongusamstarvið heldur fram. 

Hann hevur fyrr spælt nógvar hálvleikir sum hondbóltsmálverji, og vestmenningurin skal nú leiða sítt lið ígjøgnum langa dystin, har tað í seinastuni hevur verið heilt baldrut, har stevið á ymsan hátt hevur mangla, har nøkur sambært øðrum á liðnum hava svikið, og har mótstøðan hevur verið hørð.

Bárður á Steig Nielsen og starvsfelagarnir tykjast tó at vera greiðir: Teir vilja hetta samstarvið, millum annað tí at nógv av málunum, ið vórðu skjalfest í september 2019, skulu ígjøgnum. Hetta var løgmaður serliga inni á í dag.

Sí eisini: 
Samgongan heldur fram
Barometrið: Siggj veljarakanningarnar síðani valið

[object Object]
Johan Dahl er nú í lyklastøðu - hann kann í fleiri málum verða 17. og avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, ið sambandsmaðurin ikki longur er partur av (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein viðleikari, sum ikki verður við - íhvussu er ikki heilt - er sambandstingmaðurin Johan Dahl. Hann segði stutt fyri jól, at tað ikki kemur uppá tal, at hann heldur fram í somu samgongu sum Jenis av Rana, ið áður hevur sligið fast, at um málið um sammóður fór ígjøgnum, so er eingin samgonga. Formaður Miðfloksins og flokkurin sum heild hava nú á ein hátt slakað, meðan Johan Dahl heldur fast - íhvussu er í tann mun, at hann ikki verður í samgonguni, men útfrá útsagnunum hjá løgmanni og tí, sum tingmaðurin sjálvur segði í útvarpstíðindunum í kvøld, er tað mest sannlíkt, at Johan Dahl fer at taka undir við málunum hjá samgonguni, sum hann hevur gjørt higartil - annars fer hann framhaldandi eisini at føra sambandspolitikk.

Samgongan hevur harvið bert 16 limir og er í minniluta, men tað tykist eftir hesar fundirnar sum um, at hetta ikki fer at merkja, at tað fer at verða trupult at fáa mál ígjøgnum. Løgmaður staðfesti aftur í viðtaluni við KVF, at hann ikki ynskir at standa á odda fyri einar samgongu, ið ikki er arbeiðsfør. 

Í Landstýrinum eru tvey fólk færri enn vanligt í løtuni. Hetta kemst av, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir mánadagin 20. desember fóru úr landsstýrinum fyri at atkvøða ímóti við triðju viðgerð av málinum um sammóður. Løgmaður hevur gjørt greitt, at fólkaflokksfólkini ikki sleppa aftur í Landsstýrið, og tískil skal Fólkaflokkurin finna nýggj landstýrisfólk til fiskivinnumál og almannamál. Eisini skal flokkurin royna at finna stevið innanhýsis aftur, og spurningurin er, hvør støðan hjá Anniku Olsen er. Hon atkvøddi fyri uppskotinum hjá andstøðuni um sammóður við bæði aðru og triðju viðgerð - við tí triðju fór tinglimurin Heðin Zachariassen í farloyvi fyri at loyva Anniku Olsen inn aftur, eftir at fyrrverandi landstýrisfólkini vóru komin inn fyri at fáa hana út.

Gamlaárskvøld hevur Bárður á Steig Nielsen løgmanssrøðu, og tað kann verða áhugavert at hoyra, hvussu hann har politisku støðuna upp, og hvussu hon so fer at hátta sær í nýggja árinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder