Síðan januar 2022 hevur USA í fleiri enn tíggju førum sent luftballónir yvir kinesiskt loftrúm, sigur Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum.
Hendan fráboðanin kemur, eftir at fleiri flúgvandi lutir eru skotnir niður í amerikonskum loftrúmi um vikuskiftið, og USA skeyt eina kinesiska ballón niður út fyri North Carolina.
USA vildi vera við, at talan var um eina ballón, sum var brúkt til njósningarendamál. Kinesiskir myndugleikar siga tó, at talan var um eina sivila veðurballón.
Um ballónirnar vóru gjørdar til eftirlit, sigur Wang tó einki um.
Sambært USA, er tað tó ikki rætt, at tey hava sent fleiri luftballónir inn yvir kinesiskt loftrúm seinasta árið.
– Tað gera vit ikki. Tað er yvirhøvur ikki satt. Vit flúgva ikki við luftballónum yvir Kina, sigur John Kirby, talsfólk í Hvítu Húsunum.
Les eisini: USA sett fleiri kinesiskar fyritøkur á svartalista
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald